Eftirviðgerð

Tatoveringin tekur umleið 14 dagar at grøða, og í tí tíðarskeiðinum er neyðugt at fylgja hesum leiðbeiningum:

1: Tak umbindingina av eftir umleið 6-12 tímar og vaska væl men varliga við vatni og mildari sápu.

Ikki turka við handklæði men nert varliga við tatoveringina við køkspappíri til hon er turr.

2: Krem: Smyr tunt lag av Helosan ella Pantothenol salvu 2-3 ferðir um dagin. Kann keypast á apotekinum.

Vaska varliga við mildari sápu og vatn hvørja ferð áðrenn.

3: Tú mást endiliga ikki pilka ella skriða tatoveringina.

4: Tú kanst gott fara undir brúsu men ikki í bað, svimjihyl og annað sum kann bloyta tatoveringina.

5: Royn ikki at útseta tatoveringina fyri sól í eini 4 vikur.

Set teg endiliga í samband við meg um nakrir spurningar eru.